Javnsetan av aktørum

Allar kvotur verða frameftir ásettar við støði í heildarkvotuni og fylgja broytingunum í hesi.

Loyvishavarar í fiskiskapinum eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild verða javnsettir, so teir virka undir somu treytum í lógini, tá føroysku kvoturnar broytast.

Í dag vera kvotur settar á ymiskum grundarlagi og virka undir ymiskum treytum. Allar kvotur verða frameftir ásettar við støði í heildarkvotuni og fylgja broytingunum í hesi.

Fiskimalaráði hevur sent broytingar í Sjófongislógini til hoyringar.