Brotið
26. august í ár holvdist Naddoddur av einum ógvusligum broti í Stadhavinum út fyri norsku strondini. Livar Nysted var við og varð bjargaður.
Men unga meksikanska kvinnan, Carla Dana, druknaði.
Vit fylgjast heim úr Noregi við Livari og eru við, nú Livar brúkar pensilin sum amboð at seta orð á skelkandi hendingina.
Gjørt sendingina hava: Gestur Janusarson Lómstein og John Johannessen.
TRÝST HER Brotið - Livar málar lagnustund | Kringvarp Føroya