Partarnir skulu svara á middegi í dag

Semingsstovnurin legði í gjárkvøldið semingsuppskot fyri Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum í nógvar mánaðir hava trætast um maskinmeistararnar, sum arbeiða hjá SEV og IRF.

Partarnir skulu svara á middegi í dag, sigur Terje Sigurðursson, semingsmaður, við VP.

Semingsroyndin byrjaði klokkan níggju í gjáramorgunin.

Tá segði Terje Siguðursson við Útvarpið, at hann ætlaði at hava partarnar saman, til tað røkkur ella støkkur.

Tað skrivar kvf.fo