Nú skulu rættindi á fleiri hendir

Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum

Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum, og vinnan er í dag í minni mun enn áður samansett av einum fjøltáttaðum og breiðum eigaraskara. Tí verða miðsavningarreglurnar broyttar. 

Reglurnar um miðsavning av fiskirættindum verða broyttar soleiðis, at markið fyri, hvussu nógv veiðirættindi einstaklingar ella feløg kunnu ráða yvir, verður lækkað niður í 15% í øllum bólkunum, undantikið fyri Barentshavið, sum verður lækkað niður í 25%. Sum er, eru mørkini millum 20-35%. Harafturat verða reglurnar broyttar, so nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á.

Broytingarnar verða bert galdandi frameftir, og verandi persónar og feløg varðveita tey rættindi, sum tey ráða yvir áðrenn lógarbroytingina.

Fiskimálaráðið sent broytingar í Sjófongislógini til hoyringar.