Tá toftaskipið Elsa fór á land í Skotlandi.
Tann 9. januar í 2025 verða tað 61 ár síðan toftaskipið Elsa fór á land og gjørdist vrak í Skotlandi. Av tí, at hesin tilburðurin fleiri ferðir hevur verið havdur á lofti í Undirhúsinum, gjørdist eg forvitin og setti mær fyri at fáa meir at vita um hesa hending.
Tað er Janus Jensen, sum skrivar hesa áhugaverdu grein á einum facebook-bólki sum eitur "Staðarnøvn og frásagnir av Nesi, Toftum og úr Saltnesi"
Ein av dagligu gestunum í Undirhúsinum, Bjarni Danielsen ella Bjarni uppi í Forna, sum tá var 17 ára gamal, var ein av manningini hendan túrin. Bjarni hevur sagt mær, at teir vóru ávegis til Skotlands við einari ísfiskalast, tá teir sigldu á land á norðrasta enda í Skotlandi. Tíbetur var veðrið hampiligt, so manningin kom væl burturúr hendingini, hóast skipið gjørdist vrak. Mikudagin 11. januar 1961 skrivar Dimmalætting um hesa hendingina:
“Mánamorgunin tíðliga fór toftaskipið ”Elsa” á Land í Skotlandi – teir vóru á veg til marknað við 600 kittum, tá ið skipið rendi á eitt sker á norðasta enda í Skotlandi; plássið nevnist John O´Groth´s Ho og liggur nærhendis Duncansby Head stutt frá oynni Stroma í Pentland Firth. Elsa stóð enn í gjár, og royndir at fáa hana av vóru miseydnaðar; manningin, 6 í tali, varð tó í øllum góðum longu mánadagin bjargað inn til Wick av bjargingarbáti frá hesum plássi. Fleiri skip vóru annars komin fram til Elsu, teirra millum ”Eger”, sum fuglfirðingar hava leigað úr Noregi til ísfisk, og eingilska sjóverjuskipið ” Norna”. Síðan kom eingilski togbáturin ” Matinda II, ið útgjørdur er við stórum pumpum, at royna at fáa føroyska skipið av aftur – men hesar royndir vóru sum sagt til í gjárkvøldið miseydnaðar. Nógvur sjógvur er í Elsu, sum hevur fingið heldur ringan leka, vónrnar at bjarga skipinum eru ikki tær bestu.”
Manningin á Elsu hendan feigdartúrin vóru: Jógvan I, Olsen, Toftir (skipari), Símun Hansen, Nes ( Símun á Stykkinum), bestimaður, Palli Petersen, Selatrað (maskinmeistari), Hendrik Lind, Æðuvík (kokkur), Hákun Jacobsen, Toftir, Bjarni Danielsen, Nes.
Jógvan I. Olsen ( Jógvan uppi á Regni), sum var skipari, hevur greitt mær frá, at teir vóru á veg til Aberdeen. Sum so ofta, so var bíðaði til seinastu løtu at fara at sigla, man royndi so leingi sum gjørligt fyri at fáa sum mest av fiski í lastina.
Teir vóru nakað seinir á veg og fingu harafturat kolandi mótstreym á veg niðureftir. Tá tú kemur móti fastlandinum har, sigur Jógvan, so eru tvinnar leiðir at fara. Har liggur ein oyggj inni við land, og siglir tú innan fyri hana, so er rákið nógv veikari enn uttanfyri. Teir vóru farnir innan fyri oynna fyri at sleppa sum skjótast suður til Aberdeen fyri at vera har, tá marknaðurin lat upp. Hetta var um náttina.
Teir hildu seg nøkurlunda vita, hvar teir vóru og vóru júst komnir suður um oynna, tá var ein brestur og skipið stóð fast. Roynt var at bakka, men tað munti onki, hon stóð so rimmarføst.
Tað vísti seg, at har var ein lítil tangi við einari grynnu uttanfyri, og tað var har, teir stóðu. Hóast veðrið var rímiliga gott, so slerdi skipið í botn alla tíðina, so tað var skjótt, at hon fór at leka og sjógvur kom í maskinrúmið. Jógvani dámdi onki hesa støðuna, so tá tað lýsti, gjørdi hann av at seta 4 av manningini í land. Teir sóu eitt slott inni á landi, og har var sjógvurin slættur.
Ein prámur var umborð, so teir fýra menninir fóru í prámin og róðu til lands, meðan Jógvan sjálvur og maskinmeistarin vóru eftir umborð. Teir eygleiddi bátin, líka til menninir vóru komnir upp á land, so teir vóru ongantíð í nøkrum vanda. Um morgunin kom eitt hjálparskip við tveimum pumpum, sum vóru settar í maskinrúmið á Elsu, men bara onnur av pumpunum fekst at virka.
Sum frá leið, so slerdi skipið fastari og fastari í botn, og hetta endaði við, at tann hægsti á hjálparskipinum kom umborð og ornaði fyri at rigga alt av og fáa allar menn av skipinum. So hjá okkum var onki annað at gera enn at fara av skipinum.
Ætlanin var nokk at royna at hála skipið av aftur, men av tí, at teir ikki fingu pumpurnar at rigga ordiliga og av tí, at hol var komið á skipið, so var hetta ongantíð gjørt, sigur Jógvan at enda.
Manningin á Elsu kom heim aftur við Morning Star, sum tók teir upp í Wick á veg úr Aberdeen til Føroyar.