Svartkjaftafiskiskapurin hjá íslendingum í føroyskum sjógvi er góður

Tað tók trý samdøgur at fylla Barð

Íslendingar hava sera góðan fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

Barði og Beitir á Norðfjørðinum fingu avikavist 2.100 og 3.100 tons í farnu viku í ein landssynning úr Føroyum.

Tað tók trý samdøgur at fylla Barð.

Barði tóvaði seks ferðir, fystu ferð í sjey tímar. Tá fekk hann 400 tons.

Seinasta tóvið vardi 15 tímar. Í tí vóru 300 tons.

Beitir fekk uppí, 3.100 tons, í seks tóvum. Tað størsta var 670 tons.

Teir royndu í fýra samdøgur. 

Tað skrivar kvf.fo