Tíðindi

Veðrið í dag

Veðurlíkindini er sera vánalig

Seinasti dagurin í árinum. Fram ímóti morgni veksur hann vindin upp í 13 til 18 m/s. Ættin enn landnyrðingur.

Hoyr hvat Hanus Kjølbro segði við KVF HER Vánaligt veður til bál og fýrverk | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Allan fyrrapartin samdrigið og regn.

Um middagin uppaftur meira vindur, 15 til 20 m/s av landnyrðingi og eystri, samdrigið og regn ella vátakavi.

Út á seinnapartin minkandi vindur, men enn samdrigið og regn.

Um kvøldið eru 10 til 15 m/s, samdrigið og regn.

Hitin árins seinasta dag millum 3 til 8 stig.     

Tað skrivar Ólavur Kjølbro á norðlýsinum.