Veðrið
Forsøgn galdandi til leygarmorgun
Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað, támut og ælaveður, viðhvørt eisini onkur sólglotti í støðum. Hitin í dag 10 til 14 stig.
Í dag Í dag fyrrapart
Fyrst frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og í støðum regn ella ælaveður. Sum frá líður minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og í støðum okkurt ælið ella driv, men eisini onkur sólglotti í støðum. Hitin 10 til 14 stig.
Sunnudagin, Ólavsøkuaftan
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s,skiftandi skýloft, turt fyri tað mesta, í støðum kanska driv, men eisini onkur sólglotti. Út á náttina veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og tað verður fyri tað mesta samdrigið. Hitin 10 til 14 stig.
Mánadagur, Ólavsøkudag
Fyrst frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum frá líður klárnar og tað verður turt fyri tað mesta, kanska eisini onkur sólglotti, og hann minkar vindin til frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Út á náttina veksur hann vindin aftur til frískan vind upp í strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, fyrst skýggjað og okkurt ælið, sum frá líður tó turt fyri tað mesta og stundum sól. Hitin 10 til 13 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 11 til 15 stig.