Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin og frameftir stutt millum ælini, og tá kann vera vátakavi uppií. Fyrrapartin í morgin lækkar hann niður í sunnan og minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 3 og 8 stig.