Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Eitt lágtrýst, 960 hPa, millum Ísland og Suðurgrønland stendur í stað og grynnist.

Køld og óstøðugt luft rekur ímóti Føroyum sunnaneftir ella av útsynningi, og brúgvaløg við regni og vátakava fara fram við Føroyum seinnapartin og í nátt.

Frískur vindur upp í hvassan vind útsynningi, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið.

Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, tað verður samdrigið og regn ella vátakavi.

Í kvøld minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum tó upp í hvassan vind, 15 m/s, og ættin gongur upp í útsynning, framvegis samdrigið og regn ella vátakavi.

Eftir midnátt veksur vindurin av suðuri upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Fram ímóti morgni gongur hann upp í útsynning. Hitin 1 til 6 stig.