Tá Pollur varð tikin av íslendsku sjóverjuni

Hann vildi spæla smartur og tók ogum”, segði skiparin á Polli.

“Ein feriuavloysari, ið ikki kendi fiskivinnuavtaluna millum Føroyar og Ísland, var komin av onkrum kontóri í Reykjavík umborð á verjuskipið. Hann vildi spæla smartur og tók ogum”, segði skiparin á Polli.

Stutt fyri ólavsøku 1974 royndu føroyskir snellubátar eftir toski “á Eysturlandinum”, sum sagt varð. Vanlig leið var báðumegin Dalatanga. Av Hornagrunninum fyri sunnan norður til Kolmúlagrunnin fyri norðan.

Ein av døgunum kom Pollur av Sandi yvir aftur til nýggjan túr. Umborð var fólk av Sandi, sum skuldi vitja familju í Neskaupstaði / Norðfirði.

Tey vórðu sett av, og Pollur fór útaftur og kastaði einar ellivu fjórðingar úr Glettingi.

Íslendska sjóverjuskipið Týr koma framvið, og sær hendan “færingin” liggja innan fyri 12 fjórðinga markið.

Tað varð beinanveg, at Pollur fekk at vita, at hann skuldi inn á Seyðisfjørð, har skiparin, Demmus Hentze, skuldi vænta eina ákæru og ein túr í rættin.

Hetta vóru ikki lagaboð. Demmus reyk í sendaran og boðaði føroysku bátunum á leiðini frá, hvussu vorðið var, og bað allar “eygablikkiliga” sleppa sær út um 12 fjórðingar.

Tað kom rættiligur røringur í, tí føroysku bátarnir høvdu fingið fiskiloyvi úr Tinganesi. Har stóð svart upp á hvítt at úr Norðfjarðarhorni og norður á Kolmúla var loyvt at fiska “í klettin”.

Men tað var sjálvandi ikki vert at liggja ov innalaga, tá íslendska sjóverjan segði nakað annað.

Norðsøki lá á Glettingsgrunninum, og har hendi tað óhapp, at eitt stempul fór í gamla Alpha motorinum, so tað var neyðugt at fara inn á Seyðisfjørð at fáa hetta umvælt.

Dragasund var eisini á leiðini, og teir hildu, at tað var líka frægt at fara inn at vita, hvat hendi við Polli, heldur enn at risikera nakað býtt, sum støðan var.

Tað var lívligur trafikkur um Norðfjarðar Radio. Demmus var bókstavliga “í luftini”. Eli Nolsøe, sum var landsstýrismaður við fiskivinnumálum, og Atli Dam, løgmaður, vóru upp á skift í hinum endanum.

Demmus fekk at vita úr Tinganesi, at hann skuldi nokta at fara í land, um íslendska løgreglan kom umborð, tí hann hevði rættin á síni síðu.

Og tað gjørdi hann. Hann fortaldi seinni, at hann segði sýslumanninum, at hann skuldi berast í land, um teir vildu hava hann í rættin.

Alt spældi væl av, tí Tinganes fekk sannført íslendskar myndugleikar um, at Pollur hevði fiskað lógliga.

Týr fór av Seyðisfirði aftur seinnapartin sama dag. Demmus fór ongantíð i rættin, men Pollur fór saman við hinum føroysku bátunum aftur til fiskarí.

Tá Norðsøki kom á Dalatanga, var aftur galið við stemplinum. Tað var hongt upp, og við tveimum sylindarum varð kós sett í Mýling. Túrurin tók 40 tímar.

Tað gekk akkurát til ólavsøku.

Mynd:

Við bryggju á Seyðisfirði.

Pollur og Norðsøki fremst. Uttan á Polli liggur Dragasund.

(Egin mynd.)

Tað skrivar Edvard Í Skorðini Joensen á facebook. Edvard eigur eisini myndina.