Vil hava somu treytir sum alivinnan

Útlendingar skulu úr føroyskari fiskivinnu í 2032. - Tað líkist ongum, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum vil hava somu treytir sum alivinnan

Galdandi áseting um at útlendingar skulu úr fiskivinnuni á sjógvi í 2032 verður herd.

Heldur ikki í skiftistíðini fram til 2032 skal nakar útlendingur hava loyvi at keypa seg inn í veiðiliðið.

Tað ætlar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Beint fyri jól sendi hann lógaruppskotið til hoyringar. 

 

Einki galið við útlendskum kapitali 

Ein av teimum, sum hetta gongur út yvir, er Hanus Hansen, stjóri á JFK í Klaksvík. Hann er harliga ímóti ætlanini.

Eisini skulu sonevndu antitrust-reglurnar herðast í sjófeingislógini.

Einki felag skal kunna eiga meira enn 15 prosent av hvørjum bólki. Í Barentshavinum verður markið tó 25 prosent. Nakrar fyritøkur eru omanfyri hesi mørk ídag. Tær varðveita síni rættindi, so leingi tær ikki skifta eigarar:

Hanus Hansen heldur ikki tað vera nakað galið við útlendskum kapitali í vinnuni.

Verða ætlanirnar hjá Dennis Holm til veruleika, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri JFK-samtakið.

Hoyr samrøðuna við HANUS HANSEN HER Vil hava somu treytir sum alivinnan | Kringvarp Føroya