Myndarøð: Teir bergtóku fólk á landsfundinum
Atlantic Helicopters hevur eina tyrlu við manning á varðhaldi alt samdøgrið 365 dagar um árið til leiting, bjarging og sjúkraflutning.
Tyrlan er serliga útgjørd til hetta endamálið.
Á landsfundinum í dag 28. Des. greiddu Andreas Mouritsen tyluskipari og Bjørn Sjúrður Patursson, bjargari hegnisligar frá virkseminum hjá Atlantic Helicopters.
Øll søgan, sum tyrlutænasta var gjøgnumgingin, heilt frá tí danir røktu bjarging í Føroyum og til dagin í dag var gjøgnumgingin.
Ein sera áhugaverd gjøgnumgongd við nógvum myndum.
Síðan greiddu teir báður frá, hvussu teir upplivdu bjargingina í samband við at Kambur sakk í februar í ár.
Tað var ikki minni hugtakandi, tí tað var sum um tú vart við í bjargingini, so væl dugdu teir báðir at greiða frá.
Nakrar myndir eru frá løtuni tá teir greiddu frá.
Myndir Birgir Waag Høgnesen