ÚR FF- BLAÐNUM: Sum eitt óskrivað blað trein hann inn á almenna pallin

...handan brynjuna við teimum stóru útsøgnunum býr ein hjartagóður og ótrúliga fittur fýrur

Sum eitt óskrivað blað trein hann inn á almenna pallin seinasta dagin í januar 2007. Jan Højgaard vann formansvalið á Óla Jacobsen, sum í ein mansaldur hevði stjórnað Føroya Fiskimannafelag.

Avbjóðararnir til lagnuvalið vóru Dan Reinert Petersen, fyrrverandi tingmaður og fólkaskúlalærari, og Jan Højgaard, sjómaður.

Greinin er úr nýggjasta FF-blaðnum, sum kom út á landsfundi Føroya Fiskimannafelags 28. Desember 2024. Sonja J. Jógvansdóttir skrivar.

Í valstríðnum í 2006/2007, sum koyrdi í tveir mánaðir, vóru blaðgreinar og kjak í útvarpi og sjónvarpi. Til kjakini fingu lurtarar og hyggjarar ta fatan, at valið stóð millum Dan og Óla - teir løgdu nógv eftir hvørjum øðrum, og Jan Højgaard tyktiskt sum okkurt slag av tí, tey rópa “outsidara”. Hetta hildu einstakir miðlar eisini, tí til okkurt kjak í útvarpinum var Jan Højgaard ikki so frægt sum boðin við. Tá ið avtornaði, hevði Jan Højgaard - ímóti øllum almennum forvæntningum - vunnið formansvalið í Fiskimannafelagnum sannførandi við 604 atkvøðum mótvegis 531 hjá Dan og 486 hjá Óla.

At Jan vann var kanska ikki so løgið kortini, tí í staðin fyri at leggja alla orku í almenn kjak í miðlunum og at skriva nógvar og langar blaðgreinar (hetta var áðrenn sosialir miðlar fingu fastatøkur í samfelagnum), so fór Jan Højgaard til tey nógvu, sum valið snúði seg um. Hann vitjaði sjófólk, tosaði við tey, lurtaði, rak eitt sindur og royndi at vitja so nógvar manningar, sum til bar í hesum tíðarskeiðnum.

Sjálvur hevði hann eisini verið á sjónum síðani hann var tannáringur og kendi tí viðurskiftini umborð. Hetta hevur óivað talt nógv, tá ið atkvøðast skuldi í 2006/07. Sjófólk valdu ein av teirra, og hann hava tey valt líka síðani. Ofta hevur tað verið við 2/3 av atkvøðunum í mun til avbjóðaran. Í ár er fyrsta ferðin, síðani Jan Højgaard gjørdist formaður í Fiskimannafelagnum, at tað ikki er stríðsval.

Val í FF síðani 2006/2007: • 2006/2007

Jan Højgaard vann á Dan Reinert Petersen og Óla Jacobsen • 2009/2010

Jan Højgaard vann á Henrik Old

• 2012/2013 Jan Højgaard vann á Grími Hammer og Sakaris Zachariassen

• 2015/2016 Jan Højgaard vann á Sniálvi Røvilsberg

• 2018/2019 Jan Højgaard vann á Aksel Hansen

• 2021/2022 Jan Højgaard vann á Mortan Berjastein

• 2024/2025 Jan Højgaard valdur uttan mótvalevn

Jan Højgaard er treytaleysur í mun til sjófólkini, og hansara partur liggur ongantíð eftir, hvørki í arbeiðstímum ella á annan hátt.

Við Jan Højgaard sum formanni komu nýggjar tíðir í Fiskimannafelagnum, og læt hetta eisini upp fyri samstarvi við arbeiðarafeløgini, sum sjófólk hava nógv í felag við. Partarnir kunnu í nógvum málum stuðla hvørjum øðrum og arbeiða fyri somu søk – hetta sæst aftur í fleiri lógum og fyriskipanum, sum galdandi eru fyri sjófólk og tímalønt.

  Sjálv kom eg at starvast fyri Jan Højgaard beinanvegin, hann tók við sum formaður í Fiskimannafelagnum. Felagið - við Jan Højgaard sum formanni - gjørdist eitt av stigtakandi feløgunum til Samtak og til økt samstarv millum fakfeløg sum heild. Feløgini hava øll árini samstarvað væl og roynt at stuðla hvørjum øðrum í gerandisdegnum, í verkføllum, í eftirlønarspurninginum og øðrum málum við.

Jan Højgaard er trúfastur, fittur og ólukksáliga stuttligur at arbeiða saman við, tó at tolið stundum verður testað við ógvuliga speiskum útsagnum. Við tíðini lærir tú, at tað er ikki alt, tú skalt bíta á. Tó at vit viðhvørt hava verið rúkandi ósamd um einstøk mál, so eru vit ongantíð óklár. Tað er gott at kunna at arbeiða í einum umhvørvi, har tað er vítt til veggja og har øll kunnu kenna seg væl.

Eisini vil eg leggja áherðslu á, at tað eru fá fólk, sum eru so samhaldsføst sum Jan Højgaard. Hann er altíð á síðuni hjá fiskimanninum og hjá smámanninum, og hann er íðin í sínum arbeiði fyri betri korum hjá fólki, sum av einhvørjari orsøk ikki sjálvi kunnu vinna sær til lívsins uppihald. Tað liggur honum nær á hjartanum allatíðina at royna at bøta um korini hjá eitt nú uppiløgstum sjómonnum, sum vegna skaða, sjúku ella av øðrum ávum noyðast av arbeiðsmarknaðinum.

Jan er treytaleysur og loyalur við teimum, hann arbeiðir fyri, og teimum, hann arbeiðir saman við – eisini er hann solidariskur sum fáur í arbeiðnum, men eisini privat. Hetta ger, at tey, sum kenna Jan Højgaard, halda nógv av manninum. Hann er ikki til fals og handan brynjuna við teimum stóru útsøgnunum býr ein hjartagóður og ótrúliga fittur fýrur. Ikki tí, ongin kann gera slíkt arbeiði og halda so leingi uttan at hava eitt gott bakland, og har hevur Jan Højgaard í konu sínari eitt akker, sum ger tað møguligt at halda á, hóast tað mangan leikar hart á. Hjartaliga tillukku við valinum  

Sonja J. Jógvansdóttir