Frameftir skulu nevndarlimir hjá FF veljast beinleiðis á landsfundinum

Frá 1. Februar 2026 eru nevndarlimirnir ikki økisvaldir

 

Á landsfundi Føroya Fiskimannafelags, í dag 28.Des., var uppskot um at broyta skipanina við økisvaldum nevndarlimum, til at velja nevndarlimir á sjálvum landsfundinum.

Uppskotið var sett unddir atkvøðugreiðslu og stórur meiriluti var fyri at broyta skipanina.

Sostatt er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur.

Á landsfundinum í Desember 2025 skulu seks nevndarlimir veljast í nevndina eftir nýggju skipanini. 

Lutakast verður tá ímillum teir seks, hvør stendur fyri vali frameftir. 

Frá 2026 og frameftir standa tveir nevndarlimir fyri vali hvørt ár. 

Sum nú er, verður formaðurin valdur á uratkvøðu. Tað merkir, at ein freist verður sett fyri formansvalevni at stilla upp, og eftir tað hava limirnir nakrar vikur til at greiða atkvøðu millum uppstillaðu formansvalevnini. Tann skipanin er ikki broytt á landsfundinum í dag. 

Í nevndini sita í løtuni Sámal Poulsen, næstformaður, fyri Suðuroynna, Magnus Pauli Glerfoss, fyri Norðoyggjar, Per Á Sýnini, fyri Eysturoynna, Sniálvur Røvilsberg, fyri Sandoynna, Hans Vilhelm Danielsen, fyri Suðrstreym, Sólberg Olsen, fyri Vágoynna.