Hákun hitti ein av bjargingarmonnunum aftur nógv ár seinni

Teir hittust aftur stívliga 40 ár aftaná dramatiska bjarging við Duncansby

 

Uppfylgjandi grein av  Tá toftaskipið Elsa fór á land í Skotlandi.

Í sambandi við greinina um toftaskipið Elsu, kom eg fram á hendan áhugaverda greinastubban, sum stendur í skotska blaðnum John O´Groth Journal and Caithness Courier t. 26. apríl 2020. Talan er um eitt viðtal við John Manson, sum var við til at bjarga manningina á Elsu á sinni. Eg havi leysliga umsett greinastubban til føroyskt niðanfyri:

“Hittust aftur stívliga 40 ár aftaná dramatiska bjarging við Duncansby.

Oyggjaminni: John Manson og familja hansara, sum vóru seinastu fólkini, ið fluttu av oynni Stroma i 1962, minnist sín leiklut í sambandi við bjargingararbeiði, tá eitt føroyskt fiskiskip var farið á land – og hvussu hann hitti ein av manningini nógv ár seinni.

Vit vóru einasta familja, sum búði á Stroma tá. Hetta var 9. febr. 1961, tað var vetur og lítið fiskarí. Vit fóru upp um sjey-tíðina, og tá mamma, sum hevði lovað teimum báðum colliehundunum hjá okkum út, kom innaftur, segði hon: ”Har síggjast ljós ógvuliga nær landi við Duncansby Head”.

Vit hugsaðu beinanvegin, at onkur mundi vera komin illa fyri og tørvaði hjalp, so vit fóru avstað uttan at eta morgunmat. Tað var klárt og kalt í veðrinum og bert eitt lítið lot; tað var slætt á sjónum og bert eitt lítið alduskot í fjøruni. Vit stimaðu út úr Heaven, har bátur okkara, Girl Elsie, lá, og fylgdu sjóvarfallinum eystureftir.

Vit sóu skjótt, at Elsa ( FD 9), eitt føroyskt fiskiskip, hevði rent á land vestanfyri á Duncansby tanganun. Hjálparskipið Norna kom samstundis sum vit. Vit løgdu upp á síðuna av Nornu, og meðan vit prátaðu við teir, sóu vit, at manningin á Elsu fór í tann lítla skipsbátin, sum aftur og aftur slongdist inn móti síðuni á skipinum. Tá faðir min sá hetta, legði hann upp á síðuna av lítla bátinum. Vit tveittu teimum ein enda, sum teir gjørdu fastan beinanvegin, og vit sleipaðu teir burturúr vandanum út á djúpari vatn. Vit hjálptu teimum at koma umborð hjá okkum, og hóast hetta vóru ungir menn, so var ongin panikkur. Mamma mín hoyrdi alt samskiftið á okkara stuttbylgju neyðsendara, og hon hoyrdi telegrafistin umborð á Nornu siga:” Girl Elsie hevur bjargað manningini á Elsu. Tað er eitt sindur ørkymlandi við tveimum bátum, sum hava nøvn, ið líkjast so nógv”

Bjargingarbáturin frá Wick, við Neil Steward sum formanni, kom, tá vit fóru til lands við teimum fýra av manningini, sum vit høvdu tikið upp við John O´Groats, og vit fingu okkum morgunmat saman við teimum á gistingarhúsinum.

Woolcombe kapteynur, sum var eftirlitsmaður hjá ensku bjargingartænastuni tá, kom og takkaði okkum fyri eitt óført avrik (soleiðis málbar hann seg). Vit vóru avmyndaðir saman við teimum fýra av manningini, tóku í hondina á hvørjum øðrum og skuldu fara út aftur á vanlukkustaðið, tá teir søgdu okkum, at skiparin og maskinmeistarin framvegis vóru umborð á skipinum. Tá vit komu út aftur, hevði bjargingarbáturin tikið teir av skipinum. Jógvan Olsen var skipari og Palli Petersen maskinmeistari. Um onkur hevur eina mynd av teimum, tá teir komu í land í Wick, so hevði mín familja verið fegin um tað, eftirsum at Palli Petersen ikki er á lívi longur. Vit fóru síðan til hús, og vanligi dagurin byrjaði aftur.

Umleið eitt ár eftir hetta fluttu vit av Stroma og búsettust í Scrabster. Seinast í 1980´unum byrjaði eg at arbeiða í nýggju frystigoymsluni har. Vit tóku ímóti fiski frá skipum úr ymsum londum, harímillum frá skipum úr Føroyum. Eg byrjaði nú at spekulera uppá, um nakar av hesum fiskimonnunum visti um Elsu. Ein dagin lá ein føroyskur línubátur, Grani, her og landaði. Eg spurdi manningina, um teir vistu nakað um Elsu og menninar, sum vit høvdu hjálpt. Tá eg vísti teimum myndir av manningini, segði skiparin, at hann visti um Elsu. Hann segði eisini, at onkur av manningini á Elsu var úr hansara heimbygd, men at eg skuldi seta meg í sambandi við línubátin Jógvan Norði ( FD 9 – sama nummar sum á Elsu), sum eisini landaði regluliga í Scrabster.

Tá Jógvan Norði kom næstu ferð, vísti eg skiparanum myndirnar. Hann segði: ” Hákun Jacobsen, okkara maskinmeistari, er ein av monnunum á myndini. Men hann hevur frítúr nú.”

Síðan gingu 14 dagar til Jógvan Norði kom aftur til Scrabster. Hákun Jacobsen var eins og eg sjálvur tannáringur, tá Elsa fór á land. Hann kom í frystigoymsluna, legði armin um herðarnar á mær og takkaði fyri hjálpina, sum vit høvdu veitt teimum fyri stívliga 40 árum síðani.

Jógvan Norði kom fyri Elsu og fór í drift júst eitt ár aftaná, at Elsa fór á land.Tíverri fyltist hann við sjógvi og sakk fyri nøkrum árum síðani.”

Viðmerkjast skal, at Stroma er navnið á oynni, sum verður nevnd í fyrru grein míni.

Oyggin Stroma

Lítla oyggin Stroma – í vídd eitt sindur størri enn Koltur – liggur í Pentlandsfjørðinum u. 3 km úr landi norðan fyri landnyrðingshornið í Skotlandi. Navnið Stroma hevur sínar røtur í fornnorrønum máli og merkir oyggin í streyminum ella streymoyggin. Og oyggin ber navnið av røttum av tí, at tað er ógvuliga streymhart á sjóleiðunum kring hana. Hetta hevur eisini havt við sær, at nógv skip eru gingin burtur ella farin á land á hesum leiðum.

Sum nevnt omanfyri, so fluttu seinastu fastbúgvandi fólkini av Stroma í 1962 t.e. eitt ár aftaná, at Elsa fór á land og var vrak á fastlandinum innan fyri Stroma. Elsa fór á land tætt við lítlu bygdina John O´Groats, har búgva u. 300 fólk.