FF-blaðið 2024 - Millum brot og vandasker
Í væl meiri enn eina øld hava føroysk fiskiskip troytt fiskileiðir bæði nær og fjar kring Norðuratlantshav. Tey fyrstu nógvu áratíggjuni varð roynt víða um uttan avmarkingar. So fóru lond í 1960-árunum at flyta út síni fiskimørk, sum við árunum endaðu úti á 200 fjórðingum – og føroysk fiskiskip og føroyska samfelagið máttu tillaga seg ein nýggjan veruleika.
Nýggi veruleikin førdi eisini við sær, at føroyskir myndugleikar fóru undir samráðingar við londini kring Norðuratlantshavið fyri at fáa í lag fiskiveiðiavtalur, so søguliga veiðimynstrið kundi halda áfram. Fyri partar av føroyska flotanum var hetta týðandi grundarlag fyri rakstrinum – og er tað framvegis í dag.
Nú árið fer at halla og 2025 stendur fyri durum, eru flest allar fiskiveiðiavtalurnar við grannalond okkara eisini komnar undir land. Fiskiveiðiavtalurnar fevna í stuttum um kvotaumbýtir og skipan av sínámillum atgongd til fiskiskap eftir ferðandi fiskastovnum.
Ein týðandi partur í fiskiveiðiavtalunum er, at tað er ein ávís javnvág í virðunum, sum latin verða í mun til virðini, sum Føroyar fáa. Men fiskiveiðiavtalurnar fevna eisini um áhaldandi at tryggja eina fjøltáttaða samanseting av fiskiflotanum – at tryggja, at tað framhaldandi ber til at hava ymisk sløg av fiskiskipum í føroyska flotanum.
Við avbjóðingunum, sum hava verið við botnfiskastovnunum undir Føroyum seinastu árini, er tað lítið sannlíkt, at føroyski landgrunnurin í sjálvum sær hevði verið førur fyri at hildið lív í flotanum av stállínuskipum. Har hava møguleikarnir á Flemish Cap, undir Grønlandi og Íslandi havt avgerandi týdning fyri raksturin hjá stállínuskipunum, eins og hetta hevur ført við sær, at stállínuskipini seinastu árini eru endurnýggjað. Somu viðurskifti eru galdandi fyri aðrar partar av fiskiflotanum.
Hesin veruleiki ger eisini, at tað í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum verður nógv orka løgd í at virka fyri at fáa so góðar avtalur sum til ber til frama fyri manningar, reiðarí og í ávísan mun eisini fyri avleiddar vinnur á landi, og ikki minst fyri kommunukassar og landskassan. Nú tær flestu avtalurnar eru komnar undir land, fegnist eg um, at tað hevur borið til at gera fiskiveiðiavtalur fyri komandi ár, sum tryggja framhaldandi møguleikar í ymiskum sjóøkjum kring Norðuratlantshav.
Samstundis sum nógv orka verður løgd í at tryggja atgongdina hjá føroyskum f iskiskipum í fremmandum sjógvi, so er eisini eitt miðvíst arbeiðið í gongd, sum hevur til endamáls at byggja uppaftur botnfiskastovnarnir undir Føroyum, soleiðis at hesir kunnu geva eitt størri íkast, samstundis sum veiðan verður burðardygg.
Við ársbyrjan vóru neyðug átøk framd fyri at verja toskastovnin, og neyðugt verður eisini at gera enn fleiri átøk. Hesi átøk eru ein íløga í framtíðina, og hava til endamáls at leggja lunnar undir, at meiri fæst burturúr hvørjum fiskidegi til frama fyri manningar og reiðarí.
Stovnsrøkt og burðardygg veiða er ein týðandi liður í fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Burðardygg veiða er høvuðsgrundarlagið undir vinnuni og ein avgerandi liður í, at tað ber til at fara til fiskiskap og fáa nakað burturúr nú og í framtíðini.
Soleiðis skrivar Dennis Holm í seinasta FF blaðnum, sum kom út á landsfundinum í gjár.