Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin samdrigið og ælaveður, og ættin gongur upp í vestan.

Seinnapartin veksandi upp í frískan vind til hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og regn ella kavaæl.

Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og sum frá líður yvirhøvur turt.

Í morgin ári minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin gongur niður í útsynning, meðan tað er klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 6 stig.