Tíðindi

Smávegis broytingar í samstarvinum við Russar

T.d er onkur regla um hjáveiðu herd

Eins nógv russisk skip sleppa at vera í senn í føroyskum sjógvi næsta ár sum í ár.

Frá 1.januar til 31.mars kunnu vera 20 skip, frá 1.apríl til 31.oktober 29 skip, og 28 russisk skip sleppa at fiska í føroyskum sjógvi frá 1.november til árslok.

Um ov trongt gerst á fiskileiðini kann Vørn avmarka talið til 16 skip frá 15.apríl til 31.mai.

Onkur regla um hjáveiðu er herd.

Hjáveiðan av sild í beinleiðis fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli skal ikki vera meira enn 750 tons. 

Hon er 1.500 tons í ár.

Norðhavssildarveiðan eftir ávísari áseting kann í mesta lagi vera 6.485 tons. 

Hon er 8.500 tons í ár.