Tíðindi

Nýggi bygningurin handaður Sjóvinnustýrinum.

Á avhendingarfundi í gjár varð lykil handaður Hans Johannes á Brúgv, stjóra. Farið verður nú undir at flyta, og mánadagin 27. november verður latið upp á nýggju adressuni, sum er á Hillingatanga 2, 360 Sandavágur.

Á myndini eru frá vinstru: Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið, Sjúrður Holm, Búsetur, Ragnar Guttesen, Landsverk og Bergur Johansen, Búsetur.

Almenn móttøka verður tíðliga í desember. Nærri verður upplýst um hetta seinni.