Tíðindi

VIDEO: Lønin hjá fiskimonnum er rættiliga ymisk

Samrøða við KVF -Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, vil hava minstulønina upp á 3.000 krónur

Árið í ár er tað besta til fiskiskap nakrantíð, bæði tá ið talan er um nøgd og um virði.

Hoyr samrøðuna við Jan Højgaard og Hanus Hansen HER Heimaflotin í botni | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Men lønin hjá fiskimonnum er rættiliga ymisk. Upp í fýra ferðir so nógv hjá nótamonnum, sum hjá teimum, ið sigla við partrolarum.

Hanus Hansen, reiðari á JFK í Klaksvík, er vanur við, at hýran hjá fiskimonnum í ymiskum skipabólkum er rættiliga ymisk. Og tað heldur hann vera í lagi.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, vil hava minstulønina upp á 3.000 krónur.