Tíðindi

Jógvan Vang úr Kaldbak, ið hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu.

Fríggjadagin hevði Fiskaaling lutakast um 10.000 skattafríar krónur. Vinnarin gjørdist 13 ára gamli Jógvan Vang úr Kaldbak, ið hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu.

Hann hevur longu tikið støðu til hvat vinningurin skal brúkast til. Ætlanin er at keypa ein Playstation 5, sílatráðu og oljuklæðir.

Hetta er ein verkætlan, har Fiskaaling samlar roðslu frá sílum. Tey siga, at roðsla kann geva okkum nógva kunning um síl, eitt nú um aldur og hvar sílið hevur hildið til.

Í brævbjálvanum frá Jákup Vang var roðsla av síli, ið var 39 sentimetrar til longdar og vigaði 500 gramm. Tað hevði livað tveir vetrar í ánni og tveir á sjónum. Eftir eitt ár í ánni var sílið áleið 8,7 sentimetrar, og aftaná tvey ár, var tað 16,4 sentimetrar.

Sílið var tvey ár tá tað fór á sjógv, og aftaná fyrsta árið á sjónum var tað 31,9 sentimetrar og eftir annan veturin á sjónum, var tað 39 centimetrar.