Tíðindi

Gevast helst at leita í kvøld

Endar helst, tá tað fer at skýma í kvøld, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Brimil og Tjaldrið eru suðuri á leiðini, har har Kambur sakk týsdagin. Skipini hava leitað alla nátt, men hava einki funnið.

Eitt Challenger-flogfar hjá donsku loftverjuni fleyg eisini yvir økinum í tveir tímar seinnapartin í gjár, og haðani sást heldur einki.

Egin Markná, vakthavandi á MRCC-støðini, roknar við, at tá tað fer at skýma í kvøld, endar leitingin.

Tað var tíðliga týsmorgunin, at frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv, legði seg á síðuna og sakk nakað seinni, 17 fjórðingar í útsynning úr Akrabergi. 16 mans vóru við skipinum, og 14 eru bjargaðir.

Sjóforhoyr týsdagin
Týsmorgunin klokkan hálvgum tíggju verður sjóforhoyr, og 
Henrik Møller, sorinskrivari, segði við útvarpið í seinastu viku, at helst verður ein partur av manningini á Kambi innkallaður sum vitni.

- Til slíkt sjóforhoyr er ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir serkønir dómarar. Teir serkønu vera helst ein skipsførari og ein maskinmeistari, segði Henrik Møller.

Hvussu drúgv tíð verður sett av til sjóforhoyr veldst millum annað um, hvussu nógv vitni verða innkallað til at greiða frá. Men eftir rættarlistanum er týsdagurin settur av til hetta sjóforhoyrið, sum er alment.

Danska Skaðanevndina koma til Føroya mikumorgunin, og hevur gjørt samrøður og annað kanningararbeiði í sambandi við vanlukkuna. Nevndin fór avstað aftur í gjárkvøldið.

Nevndin hevur biðið um dátur, veðurkort, veðurforsagnir og annað, sum er neyðugt til at lýsa viðurskiftini. Kanningararbeiðið heldur fram, men enn fæst einki at vita um, hvussu skjótt skaðafrágreiðingin verður tøk.

- Vanliga tekur slíkt arbeiði nakrar mánaðir, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Tað skrivar Elin Winther Poulsen á kvf.fo, sum eisini eigur myndina.