Tíðindi

Fiskimálaráðið loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands

Til og við 29. februar 2024

Fiskimálaráðið hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 2024, sí her.

Frystivirkini taka ikki ímóti svartkjafti og skipini kunnu sostatt bert landa til ídnað. Tí er móttøkuorkan í Føroyum avmarkað og skipini mugu bíða eftir at sleppa framat at landa.

Til tess at tryggja, at stígur ikki kemur í fiskiskapin eftir svartkjafti grundað á væntandi móttøkuorku, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at bert 15% kunnu verða landað uttanlands.