Tíðindi

Fiskamarknaðurin

Meting fyri hesa viku

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av hýsu og blálongu og so nakað av toski. Bæði landa vantandi í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni, so tí vanta vit nakað av útróðri fyrst í vikuni, men minni seinni í vikuni.  Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein djúpvatnstrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk og kemur at landa í vikuni. Hinir djúpvatnstrolarirnir fara vantandi avstað tá veðri batnar.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað, tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men um veðri loyvur tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.