Tíðindi

FAS-skattur í Landskassan

Vit vístu á teir veikleikar, sum við árunum eru komnir fram í ljósmála

Lat tað vera sagt beinavegin, at Føroya Fiskimannafelag ongantíð hevur góðtikið FAS-skipanina, og tann ómoral, ið stendst av hesi skipan.

Vit mótmæltu frá fyrsta degi, og vístu á teir veikleikar, sum við árunum eru komnir fram í ljósmála.

Vinnuhúsið hálovaði FAS-skipanini og fekk saman við ávísum aktørum á landi og sjógvi, stórt hjartarúm í Løgtinginum, ið samtykti lógina. Hetta skuldi geva føroyingum í yvirflóð av ríkidømi.

Tað vísti seg tó ikki at vera so. Vit hava rinda milliardir í lumman hjá reiðarum uttanfyri føroyska landamarki.

Føroya Fiskimannafelag vísti longu í 2008 á, at vit vildu heldur rinda skatt í Landskassan, heldur enn í lumman hjá útlendsku reiðarunum.

Tað var ein øgiligur ágangur á okkum hesa tíðina, tí vit vildu ikki góðtaka eina slíka skipan.

Tey allarflestu høvdu hug at harta Føroya Fiskimannafelag fyri hetta, ikki tí, tað gera fleiri meira ella minni av sær sjálvum, tá vit vísa á eitthvørt.

Tað er hugaligt at síggja, at fleiri nú tykjast at hava broytt meining, vit søgdu tað longu í 2008.

Vinaliga

Jan Højgaard

Formaður Føroya Fiskimannafelag