Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 968 hPa, vestan fyri Írland gongur eystureftir og grynnist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum av landsynningi og eystri við ælaveðri.

Frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Í støðum hvassur vindur, 15 m/s.

Út á seinnapartin gongur ættin upp í eystan. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind eystan, samdrigið og regn ella vátakavi.

Fyrrapartin í morgin minkandi niður í eitt frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.