Arbeiðsmarknaður

30 ára starvsdag

Osvald Schiller Johansson 30 ára starvsdag !

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í samband við, at Osvald Schiller Johansson hevði 30 ára starvsdag hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Her eru brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

- Í dag hátíðarhalda vit, at Osvald Schiller Johansson hevur starvast á Brandstøðini í 30 ár.

Tú byrjaði í starvi tann 1. Januar í 1991. Tá var brandstøðin niðast í Varðagøtu, og tú búði í Sjúrðargøtu og var rabarba, so tað var ikki langt á brandstøðina, tá alarmurin fór. Tú var ofta fyrstur og sat og bíðaði við róðri, tá restin møtti.

Eitt skifti vart tú burtur, men vendi síðani aftur til brandstøðina og hevur nú røkt starvið á støðini í góð 30 ár.

Tú er eisini kavari og hevur verið við til mangar uppgávur, sum bjarging og leiting, og tá kavaradraktirnar skulu umvælast, er tað Osvald ein fer til. Hann er óførur við gummilíminum. Eisini hevur tú fingið mangan øðu-/kræklinga- og hummaradøgurðar til høldar.

Tær dámar væl at kokkast og stákast, og tað liggur eisini væl fyri.

Tað byrjaði kanska longu í nítiárunum, tá tú sum – kanska - tann fyrsti hevði pitsaria í Føroyum. Tá stuðlaði tú eisini kappróðrinum, og manningar gingu við ”OSSI” reklamu á rygginum, og stórur bannari hekk aftanfyri steypahandanina onkra ólavsøku í tá.

Ikki at gloyma, so hevur tú eisini hevur verið grillmeistari. Tá tiltakið “Ein dagur á Grynnuni” í Tórsgøtu og Vágsbotni er, ja so ert tú klárur.

Pápi tín sigldi sum kokkur, man tað verða haðani, tað stavar? Tú verður ofta kallaður “HarryKok” eftir tínum pápa, so tað kann væl vera.

Søgurnar eru mangar. Sum eitt nú tá tú og Jón Herluf gjørdu av at vaska allar garasjuhurðarnar á brandstøðini við einari tunnu av aluminiumsreinsi frá Bátatænastuni. Tit reinsaðu so mikið væl, at tað kom skúm upp gjøgnum vegristirnar og Havnar’áin bleiv til eitt stórt skúmbað. Táverandi býarverkfrøðingurin, Boði Haraldsen, ringdi tá niðan til brandmajor Kartni Jacobsen, og Boði var ikki blíður. Tí niðri hjá Bibi og Bamus var so nógv skúm, at skúmið fór tvørtur um vegin í eini tveir metrar hædd yvir á standmyndina av Hans Andriasi Djurhuus. Skúmið var so nógv tað einu løtuna, at standmyndin hvarv.

Tú er ein familjukærur maður, og einsamallur hani úti á Velbastaðvegi 24, siga tínir starvsfelagar. Tað eyðsýnt, at tú trívist væl í tí. Tú og Malena eiga tvær døtur og eina abbadóttur.

Millum fólk ert tú kendur sum sløkkiliðsmaður, og tínir starvsfelagar kenna teg sum álítandi, umsorgarnarfullan og hjálpsaman.

Men í tí dagliga finna tínir starvsfelagar teg á brandstøðini. Har ert tú saman við tínum starvsfeløgunum altíð til reiðar at hjálpa, tá eldur kyknar, ódnarveður leikar í ella tá ið borgarar hava brúk fyri hjálp.

Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag geva alt tit kunnu fyri at verja okkum øll.

Eg fari vegna kommununa at takka tær fyri drúgva og trúgva tænastu.

Tað skrivar Tórshavanr kommuna á síni heimasíðu.