Bretland var til reiðar at senda flelri herskip eftir íslendsku sjóverjuni

Bókin hjá Jógvan Arge "Frá útróðri til toskakríggj - Mín krýnika 10" er komin

Hálvan mai 1958 ásannaðu íslendingar, at bretar eina tíð av øllum alvi høvdu roynt at noyða teir at sleppa ætlanini um at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar. 25. mai kom ríkisstjórnin ásamt um útflytingina og havnaði krøvum frá NATO um samráðingar. 25. august var ásannað í Reykjavík, at meirilutin av teimum tjóðum, sum fiskaðu undir íslandi, fóru at virða nýggja markið.

Men Bretland var til reiðar at senda flelri herskip eftir íslendsku sjóverjuni. Nógvir samanbrestir vóru millum partarnar og eina ferð fóru tóku bretar einar 10 mans av einum íslendskum verjuskipi. Á myndini roynir "Grimsby Town" at sigla á íslenskt verjuskip.

Hetta og nógv annað, kanst tú lesa um í nýggju bókini "Frá útróðri til toskakríggj - Mín krýnika 10", sum er at fáa í bókabúðunum