Veðrið
Lot til frískt lot vestan og av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Í nátt veksur vindurin upp í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og tað fer at regna.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur í útsynning. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.