Ein størri Vermland
Nýggjur og størri Vermland
-Skipið vit nú hava keypt er væl størri enn Vermland. Tað er somu longd, men er umleið 1,5 metrar breiðari og lastar 3000 tons av alifóðri. Harafturat hevur tað beina gron, sum ger tað betri at sigla við, sigur Niels Andrias.
Síðstu dagarnar hevur fyrrverandi írska farmaskipið Arklow Cadet, ligið á Runavík. Skipið er keypt til Føroyar av Sp/f Vermland, við Niels Andrias Mortensen í Streymnesi. Skipið kemur í flotan fyri Vermland, sum er seldur til Norra.
-Vit hava í eina tíð hugt eftir størri skipið fyri Vermland. Um veturin er tað mangan sjaskveður á leiðini millum Norra og Ísland. Tí skulu vit hava eitt hóskandi stórt og gott skip, fyri at kunna veita góða og støðuga tænastu. Tað sigur eigarin Niels Andrias Mortensen.
-Skipið vit nú hava keypt er væl størri enn Vermland. Tað er somu longd, men er umleið 1,5 metrar breiðari og lastar 3000 tons av alifóðri. Harafturat hevur tað beina gron, sum ger tað betri at sigla við. Núverandi Vermland er eitt gott skip, sum tekur 2500 tons, men tað er í minna lagið til siglingina, sigur hann.
-Er skipið klárt at fara í fóðursiglingina?
-Nei! Tað skal fyrst hava stóra umbygging hjá Mest. Størsta arbeiðið verður at gera tað til eitt nýmótans fóðurskip, sigur Niels Andrias.
-Hóast Vermland er seldur av landinum, so hava vit leiga skipið til nýggja skipið verður klárt einaferð í mars. Manningin á nýggja Vermland verður tann sama, sum nú siglir við Vermland, sigur Niels Andrias Mortensen.
Skipið er bygt í 2016 og er í góðum standi. Tað er 87 metrar langt og 15 metrar breitt. Motorurin er ein 1700 KW MAK. Tað verður skrásett í Føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir eigaranum til lukku og Guds signing við nýggja Vermland.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook - vanga