Tíðindi

KJ gjørt UMVÆLINGAR UMBORÐ Á UPPSJÓVARSKIPINUM ISAFOLD

Isafold er heimahoyrandi í Hirtshals

Snotiliga danska uppsjóvarskipið Isafold lá í Tórshavn um jólini, og høvið var til at fáa ymiskt umvælt umborð. KJ framdi ymiskt umvælingararbeiði, m.a. varð stóra lyfti-stemplið á nótaleggjaranum tikið frá og umvælt, oljulekar á nótarulluni tettir og pakningar skiftir. Umframt hetta varð eisini sveisiarbeiði gjørt í einum vakuumtanga, sum er í brúk, tá landað verður.

Ørvar Jacobsen, tænastuleiðari hjá KJ, sigur, at arbeiðið gekk sera væl. “Uppgávan varð loyst skjótt og væl av okkara dugnaligu smiðjum, og Isafold slapp aftur til uppsjóvarveiðu tann 2. januar”.

Myndirnar av skipinum eru tiknar 9. januar 2024, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos.

Annars er at siga um Isafold, at skipið er heimahoyrandi í Hirtshals í Danmark, og er bygt á Zamakoma skipasmiðjuni í Spania í 2022. Skipið er 87 metrar langt og 20 metrar breitt. Eitt, sum er áhugavert við skipinum er, at tað hevur tvær skrúvur til framdrift. Hetta økir um orku og megi til sleip, og mannirering av skipinum í øllum veðri.