Tíðindi

Hoyr innslagið her. Hava aktiverað fleiri veiðiloyvir uttan grundarlag í lógini

Í summum førum er talan um skip, sum ikki longur eru í vinnu. 

Felagið Regn hevur kært eitt mál til Fiskimálaráðið, har VØRN hevur tikið fiskiloyvini hjá skipinum. Orsøkin er, at skipið var ræðisavmarkað í roynd at aktivera fiskidagar.

Vørn hevur í fleiri førum givið loyvi til at flyta veiðiloyvi, sum tilsøgn var um, á annað skip, uttan at grundarlag var fyri tí í lógini. 

Koyr innslagið í KVF HER  Hava aktiverað fleiri veiðiloyvir uttan grundarlag í lógini | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í eitt mál, har felagið Regn hjá Annfinni Olsen roynir at flyta veiðiloyvið hjá Skørini yvir á Stapan.

Við nýggju skipanini, sum kom 1. januar 2022, var veiðiloyvið aftur knýtt at stálinum, og tað merkir, at skulu allir fiskidagarnir á Føroya Banka, sum skipini hava fingið, gerast virknir, mugu veiðiloyvini eisini gerast virkin. 

Í summum førum er talan um skip, sum ikki longur eru í vinnu. 

Tað skrivar Marjun Dalsgaard, sum eisini hevur gjørt innslagið.