Tíðindi

Azimuthur ávirkar lønina umborð á Jákup Sverra

Azimutturin telur bert við, um hann er ætlaður til, at skipið skal sigla við fullari ferð við honum.

 Norðurlendsku maskinmeistarafeløgini kolldøma metingina hjá Sjóvinnustýrinum av framtøkumegini hjá Jákup Sverra – hon er greitt oman fyri 3.000 kW, sigur Odd Rune Malterud, sum er varastjóri í norska maskinmeistarafelagnum og eisini forseti í NMF, samtarvsfelagsskapinum hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum.

Tað er bara í Føroyum, at azimuthur ikki verður roknaður upp í framtøkumegina, sigur hann. Ein maskinmeistari á Jákup Sverra kallar alla handfaringina hjá myndugleikunum fyri tað reina svans.

LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst