Tíðindi

Ætla at fiska kúlulaks í sjónum

Hetta slagið av laksi er eisini í Føroyum, men her er hann ikki so vanligur

Íslendingar fara væntandi at fiska kúlulaks í sjónum, skriva fiskifréttir.is.

Kúlulaksur er góður matur, verður sagt, og hann er lættur at fiska, tí hann gongur í torvum.

Men hann skal fiskast, áðrenn hann fer í áirnar.

Mótstøða í Noregi

Í Noregi er stór mótstøða móti at fiska kúlulaks til matna. Serliga í Noregi er nógvur kúlulaksur. 

Hann er eisini í Føroyum, men her er hann ikki so vanligur.

Kúlulaksur fæst við tráðu í áunum.

Í fjør var fyrsti kúlulaksurin fingin 10.august. Tað var í ósanum í Skálafirði.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo 

Kúlulaksur - Snar.fo