Tíðindi

60 ár liðin síðani sorgarleikin, tá 28 ára gamli fuglfirðingurin, Hans Christian Danielsen sló út av trolaranum VÁGBINGI

Hans Christian var sonur navnframa trúboðaran, yrkjaran, rithøvundan og bíbliutýðaran Victor Danielsen

Tað eru í dag, 22. desember, 60 ár liðin síðani sorgarleikin, tá 28 ára gamli fuglfirðingurin, Hans Christian Danielsen (Hans Christian hjá Victor) sló út av trolaranum VÁGBINGI og sást aldri aftur.

Sorgartíðindini fóru sum skógareldur millum fólki í Brøðrasamkomuni, har Hans Christian hevði sína dagligu gongd, men ikki minst tí, at hann var sonur navnframa trúboðaran, yrkjaran, rithøvundan og bíbliutýðaran Victor Danielsen, sum bert tvey ár frammanundan doyði, bert 66 ára gamal.

Hetta má hava verið ein svár tíð fyri einkjuna eftir Victor, Rikku, sum bert tvey ár seinni skuldi missa sonin so brádliga og so syrgiliga, og so enntá í jólavikuni, har man stákast og gleðir seg til jóla.

Hans Christian Danielsen sló út av Trolaranum Vágbingi sunnudagin 22. desember í 1963, bert tveir dagar í jólaaftan. Hann var fyrsti stýrimaður.

DEYÐSBOÐINI

Eg var bert 13 ára gamal, tá deyðsboðin komu, og eins og flestu okkara minnast hvar vit vóru stødd, tá boðini um drápið av John F. Kennedy hoyrdust, so minnist eg væl, hvar eg var, tá eg hoyrdi, at Hans Christian var farin fyri borð. Var í einum matvøruhandli, har mamma hevði sent meg eitt jólaørindi, tá handilsmaðurin sigur við meg: “Poul Jóhan – hevur tú hoyrt syrgiligu tíðindini, at Hans Christian hjá Victori er farin fyri borð?.......teir sóðu hann ikki aftur!”

Eg minnist hvussu sterka ávirkan hesi deyðsboðini høvdu á mítt unga sinni sum tannáringur, tí eg mintist so væl henda unga vakra og vælskapta mannin, sum talaði evangeliið á samfelagsmøtunum í Saltsiloini á Vestaru vág í Havn, bert ein mánaða frammanundan, við eini ljóslivandi og sterkari rødd, og einum ídni, sum um, at hetta var seinastu ferð – og tað var tað!

Minnist hvussu ringt tað var at skula bera mammu og pápa hesi tíðindi, og tað var sum um, at jólastákið misti glansin.

TRÍGGIR EVANGELISTAR

Tá eg var barn og ungur tannáringur vóru tað tríggir ungir menn, sum altíð bergtóku meg, tá eg hoyrdi teir tala evangeliið: Teddy Mikkelsen av Tvøroyri, Magnus Zachariassen av Sandi og Hans Christian hjá Victori. Tá ein maður er høgur í meti hjá einum ungum dreingi, ger tað eitt kollveltandi inntrykk, tá hesin í ótíð verður ryktur burtur; og soleiðis upplivdi eg hesa løtuna, tá deyðsboðini av Hans Christian hjá Victori hoyrdust.

Tí er tað eg seti meg, um enn fátæksliga, at skriva eina hugleiðing, nú seksti ár eru farin síðani syrgiliga tilburðin, um Stýrimannin og Evangelistin Hans Christian Danielsen úr Fuglafirði.

Hjá mær er eingi ivi, at hevði honum lív verið lagað, so hevði hann stigið í fótasporini hja pápa sínum og kæra vinmanni sínum Evangelistinum Brynleifi Hansen, og vit vildu havt enn ein navnframan evangelist úr Siloa í Fuglafirði.

Eg veit, at mín barna- og ungdómseygleiðing av lívinum hjá hesum manni og øðrum monnum, hevur verið viðvirkandi til at seta mína lívskós. Við hesum orðum vil eg vísa takksemi fyri teir brøður, sum gingu undan sum góðar fyrimyndir i orðsins tænastu.

FJARRITARIN

Tá í tíðini høvdu trolararnir fjarritara (telegrafist), sum tóku sær av øllum samskifti millum skip og familjuna heima. (Tá høvdu skipini ikki internet og manningin ikki fartelefon). Fjarritarin á Vágbingi á hesum lagnutúri var 20 ára gamli Tommy Djurhuus, ættaður Innan Glyvur og nærmasti skyldmaður hjá mær. Hetta var hansara fyrsti túrur sum fjarritari. Tommy hevur búð í Fredericia í mong ár, og er í dag 80 ára gamal. Hann minnist av góðum grundum sera væl hendan túrin, og ikki minst løtuna, tá Hans Christian ikki meir var innanborða.

Eg hevði Tommy í telefonini fyri tveimum døgum síðani, har hann segði m.a.: “Hetta var mín jomfrútúrur sum fjarritari, sum eg aldri gloymi, tí sorgartilburðurin setti síni spor. Tá vit ikki sóu Hans Christian aftur, varð tað mín uppgáva sum fjarritari umborð at senda tungu sorgarboðini........og Tommy leggur afturat, “ hetta var mítt fyrsta telegram sum fjarritari!”

Tommy Djurhuus sigur, at hann hevði ikki tað nógva samskifti við Hans Christian umborð, tí teir vóru júst byrjaðir at sigla til fiskarí í Íslandi, tá vanlukkan hendi......”men Hans Christan beyð mær vælkomnum umborð, og eg sá hann ikki aftur............inntrykki eg fekk av Hans Christiani, tað lítla vit samskiftu var, at hann var ein dámligur maður!” sigur Tommy Djurhuus í telefonini.

Tommy sigur, at hann fjarritaði telegrammið til reiðaran í Vági, sum persónliga ringdi til familjuna í Fuglafirði við syrgiligu boðunum.

VINMAÐURIN BRYNLEIF HANSEN

Kona mín Elsa, sum tá var gift við trúboðaranum Brynleifi Hansen, sigur frá, at tey búðu tá í íbúð í salinum hjá Brøðrasamkomuni í Thorsgade 40 á Nørrebrúgv i Keypmannahavn. Elsa sigur, at hon minnist klárt, at telefonboð vóru eftir Brynleifi. Elsa sigur víðari, at hon undraðist yvir, at Brynleif ikki kom afturíaftur. Tí fór hon at sóknast, og tá fann hon Brynleif niðurboygdan í gráti av deyðsboðunum av vinmanninum Hans Christian.

Eg loyvi mær at trúgva, at hevði Hans Christiani lív verið lagað, so vildi hesin maðurin verðið ein av dyggu stuðlunum, tá Brynleif, bert hálvt annað ár seinni, byrjaði barna- og summarlegurnar við Áir – men soleiðis bleiv tað ikki!

ÁMINNINGIN TIL MÍN og TÍN

Bert góðan mánaða frammanundan hevði Hans Christuan tala evangeliið fyri fullsettari høll í Saltsiloini á Vestaru vág í Havn, har hann heitti á fólk um at lata seg frelsa við trúgv á Jesus áðrenn tað bleiv ov seint. Um Hans Christian ikki var frelstur, tá brotið tók hann, var hann ikki til reiðar – men hann var til reiðar, tí hann hevði sett sítt álit á frelsaran.

Eg og tú vita ikki hvørji brot kunnu koma á okkara leið ella nær tey koma, tí er tað alt avgerandi at vit gera okkum til reiðar; og tað gera vit við í trúgv at seta okkara álit á blóð Kristusar, sum reinsar okkum frá allari synd.

Tað skrivar: 

Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar

[email protected] - tlf: 00298 228314

Skrivað hevur: pjd, Keypmannahavn í jólavikuni 22.12.2023

MYND: Myndin er av Hans Christian. Niðarar myndin er av Rikku, mammu Hans Christian. "Hetta hava verið svárir dagar hjá hesi megnar kvinnu!"