Tíðindi

Fransmenn undir Íslandi

Fronsku fiskimenninir høvdu hart lív

Fransmenn høvdu fiskað kring Ísland í 200 ár, áðrenn føroyingar fóru á Eysturlandið. Fólkið var serliga úr norðaru landspørtunum Flandern og Bretonia. Mesti fiskiskapurin var frá 1820 til fyrra heimsbardaga.

Hesi árini frá 1600-talinum mistu fransmenn 4000 mans og 400 skip undir Íslandi. Fóru vanliga yvir í februar og hildu á til september. Fyrstu skipini vóru heldur smá, men síðani bygdu fransar hampiligar skonnartir til íslandsfiskiskap.

Fronsku fiskimenninir høvdu hart lív. Um aldaskiftið 1900 var stór veking í Fraklandi til at bøta um umstøðurnar. Fyrst bygdu teir fleiri sjúkrahús í Íslandi og síðani sendu teir fleiri sjúkraskip yvir at hjálpa sjúkum monnum. Sjúkra-skipini fóru eisini til Ný Funnlands, har nógv fronsk skip royndu.

Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.

Mynd: Fronsku skonnartirnar vóru glæsilig skip og sigldu væl yvir um høv. Verri var at manøvrera við teimum undir landi, tá óveður brast á.