Virðismetingin var góðar 8,2 milliónir krónur

Keypsprísurin var 5,23 mió. kr.

Hóast virðismetingin var 1,1 millión evrur, góðar 8,2 milliónir krónur í okkara peningi, tá trolarin Ljósafell var lýstur til sølu, keypti Thor Fisheries hann fyri 700.000 evrur, 5,23 mió. kr.

Thor Fisheries hevur keypt trolaran Ljósafell úr Íslandi, og givið honum navnið Kúrberg.

Hann er bygdur í Japan í 1973.

Men stórar broytingar vóru gjørdar í Póllandi í 1989 og 2007.

Millum annað var skipið longt.

Tað skrivar kvf.fo