Komu á Vestmanna eftir Bárði Nielsen og hav- og fiskaríkommiserinum í ES.

Høgaberg landaði fyrst 350 tons av sild til Pelagos

 

Høgaberg koma á Vestmanna um 13 tíðina í dag. Teir komu úr Fuglafirði, har teir høvdu landa 350 tons av sild til Pelagos.

Í dag høvdu teir eina seliga uppgávu í Vestmanna. Seinni í dag fáa teir vitjan av Bárði Nielsen, fiskimálaráharra - og hav- og fiskaríkommiserinum í ES.

Um Høgabergi leggur frá bryggu, við gestunum umborð, ella fundarvirksemi gongur fyri seg við bryggjuna, tað vita vit ikki.

Høgaberg verður nú avriggaður, tí neyvan fara teir til fiskiskap aftur fyrrenn seinni í ár. 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen