Fáa minni prís fyri tosk á Føroyabanka enn á landgrunninum

100 tons eru fiskað á Føroyabanka higartil í ár

Fyrrapartin (mikudagin) landaði útróðrarbáturin Steymsund, sum er ein av smærru línubátinum í bólki-4, tosk av Føroyabanka í Havn.

Nærum øll veiðan, góð 21 tons, er toskur-1, tað vil siga størsti toskurin á Føroyabanka.

Tilsamans 265 fiskidagar eru á Føroyabanka í ár. Stóru línuskipini í bólki-3 hava 40 fiskidagar, útróðrarbátar í bólki-4 hava 135 fiskidagar, og smáu útróðrarbátarnir í bólki-5 hava 90 dagar. 

Sambært Fiskamarknaðinum eru góð 100 tons fiskað á Føroyabanka higartil í ár.

Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt

 

KVF eigur myndina