Nógv minni landað uttanlands
Hóast fleiri virki í Føroyum enn undanfarin ár hava keypt svartkjaft í vár, vóru 18.372 tons landað uttanlands, 11.700 tons í Noregi og góð 6.672 tons í Danmark.
Skipini vóru fimm, Borgarin, Christian í Grótinum, Gøtunes, Høgaberg og Jupiter.
Christian í Grótinum landaði tvær ferðir, eina ferð í Noregi og eina ferð í Danmark.
Í fjør landaðu 15 skip svartkjaft uttanlands.
Tey landaðu 100.000 tons í fýra londum, Danmark, Írlandi, Íslandi og Noregi.
Landingarnar tá vóru 42. Í ár vóru tær seks.
Undantaksloyvið í fjør at landa svartkjaft uttanlands fór úr gildi 16. juni.
Í ár var undaksloyvið bara galdandi til 15. mai.
Tað skrivaer Høgni Djurhuus á KVF.fo

