Fiskimannafelagið vrakaði uppskotið

Knúturin sum skal loysast, er ikki við í uppskotinum

 

Semingsstovnurin hevur sitið saman við Reiðarafelagnum og teimum trimum manningarfeløgunum, Skipara- og Navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Fiskimannafelagnum, og roynt at fingið semju. Umleið 19.30 í gjárkvøldið  gjørdist greitt, at semingin endaði úrslitaleys.

Semingsuppskot

Terje Sigurðsson, semingsmaður, legði fram semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið. Hvørgin av pørtunum góðtóku uppskotið.

Jan Højgaard sigur, at Fiskimannafelagið vrakaði uppskotið, tí sjálvur knúturin í samráðingunum var ikki at fáa eyga á, í semingsuppskotinum, sum kundi ført til eina semju.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at onki semingsuppskot var lagt fyri hinar partarnar, tí partarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum.

Terje Sigurðsson segði við kvf.fo í gjárkvøldið, at partarnir kunnu seta seg í samband við okkum aftur, tá ið teir hava nakað nýtt at koma við. Vit gera ikki nakað fyribils, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.