Veðrið

til og við mikudagin

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Sum frá líður seinnapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið. Í kvøld lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Í nátt samdrigið, men sum frá líður bert høgt skýloft. Hitin +5 til +10 stig, um náttina niður í -1 stig.

Leygardagin

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður bert lítið lot, minni enn 5 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin eystan, um kvøldið av landsynningi. Hitin -1 til +5 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið; seinnapartin ælaveður. Um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 6 til 8 stig.

Mánadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt; um kvøldið av útsynningi. Hitin 7 til 12 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.