Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og turt. Tá líður á fyrrapartin gongur hann niður í útsynning, og tað dregur á luftina.

Seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld støkkur hann vesturum og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður.

Í nátt frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin minkar hann niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt ælið í støðum. Hitin í morgun og seinnapartin úr frostmarkinum upp í 5 stig; í kvøld og frameftir 4 til 9 stig.