Elin gjørt sín fyrsta sáttmálað, sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

Semjan er galdandi fyri komandi tvey árini

Í Januar tók Elin Kamilla Sørensen við sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Hon er ikki nýggj, tí hon hevur verið knýtt at felagnum í 26 ár, og síðani 2011 hevur hon sitið sum næstforkvinna.

Eftir eitt heldur brádligt skifti í formanssessinum tók hon við sum forkvinna og situr fram til næsta ársskifti.

Í gjár gjørdi hon so sín fyrsta sáttmálað, sum forkvinna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára kollektivan sáttmála.

Semjan er galdandi fyri komandi tvey árini. Tímalønin hækkar 1. mai 2026 við 4,17 krónum og 1. mai 2027 við 5,97 krónum. Harumframt hækkar eftirlønin 1. mai 2027 við 0,5 %.

Ein partur av samlaða lønarkarminum verður nýttur til at gera hækkingar í viðbótunum fyri starvsaldur. Eisini eru broytingar gjørdar í einstøkum sersáttmálum.

Samlaði útreiðslukarmurin er 7,95% yvir tvey ár. Fyrra árið er karmurin 3,95%, og seinna árið er hann 4,00%.