Framvegis lítið arbeiðsloysi

366 fólk vóru arbeiðsleys í mars, 65 færri enn sama mánað í fjør

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis sera lítið.

Tað var eitt prosent í mars, 0,2 prosentstig minni enn í mars í fjør.

366 fólk vóru arbeiðsleys, 65 færri enn í mars í fjør.

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir.

Minsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum.

Tað mesta er í Suðuroynni.

Størsta arbeiðsloysið er í aldursbólkinum 25 til 34 ár.

Ein av níggju arbeiðsleysum hevur einki arbeiði havt í meira enn eitt ár.