Somu dagar á Føroyabanka

Uppskotið er gjørt um fiskiskapin eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026. Skipanin er tann sama sum í fjør

Fiskidagatalið á Føroyabanka í ár verður 265.

Uppskotið er gjørt um fiskiskapin eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026. 

Skipanin er tann sama sum í fjør. 

Teir 265 fiskidagarnir vera býttir millum línuskip, útróðrarbátar 15-110 tons og útróðrarbátar undir 15 tons eftir sama leisti sum í fjør.

Línuskip fáa 40 dagar, stórir útróðrarbátar 135 dagar og bólkur fimm fær 90 dagar.

Líniskipini og teir stóru útróðrarbátarnir fáa egnar fiskidagar.

Bátar í bólki fimm fáa felags fiskidagar, tó við hámarki fyri hvønn bátin.