Kúrberg 81 fiskidagar á innaru leið og 98 dagar á ytru leiðini.

Klarur til fiskiskap

Kúrberg, sum Thor Fisheries keypti úr Íslandi fyri sløkum mánaði síðani, hevur nú fingið fiskiloyvi.

Hann hevur fingið góðar 81 fiskidagar á innaru leið og góðar 98 dagar á ytru leiðini.

Kúrberg sleppur at royna við troli.

Thor Fisheries keypt trolaran Ljósafell úr Íslandi og gav honum navnið Kúrberg.

Hann er bygdur í Japan í 1973. 

Men stórar broytingar vóru gjørdar á skipasmiðju í Póllandi í 1989 og 2007. 

Millum annað var skipið longt.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo 

Mynd Sjómansmissiónin