Svartkjaftaburgari
VARÐIN PELAGIC Á MENTANARNÁTTINI
Aftur í ár bjóða vit ymiskar brellbitar uttanfyri skrivstovubygningin millum 18:30 - 20:30.
Millum annað verður Svartkjaftaburgari, sild og makrelur á skránni.
FYRILESTUR OG RUNDVÍSING
Í ár verður eisini forkunnugur fyrilestur, við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá. Hon kemur við framløgu, við heitinum «Umhvørvis DNA. Vinnu Phd verkætlan, ið sær uppsjóvarfisk frá einum øðrvísi sjónarmiði». Framløgan verður kl. 19:00, í stóra fundarhølinum í skrivstovubygninginum-
Kl. 19:00 verður rundvísing í stóru framleiðslueindiniá uppsjóvarvirkinum.

