Arbeiðsmarknaður
Jákup Enni takkar fyri seg
Eftir meira enn 40 ár í byggivinnuni, harav góð 23 ár hjá ArtiCon, hevur Jákup Enni, verkfrøðingur, valt at fara frá fyri aldur.
Í mai verður hann 69 ár og hevur sostatt arbeitt tvey ár út um vanligan pensjónsaldur. Nú eitt langt arbeiðslív við stórum verkætlanum, tøkniligari menning og nógvum avbjóðingum er komið at enda, stendur Jákup framman fyri einum nýggjum kapitli.
Áhugin fyri tølum og rokning hevur altíð fylgt honum.
“Tað hevur altíð ligið væl fyri at rokna, og mær dámar væl at fáast við tøl,” sigur Jákup, tá hann hyggur aftur á, hví hann gjørdist verkfrøðingur.
Fyrsti arbeiðsdagurin hjá ArtiCon stendur framvegis greiður í minninum.
“10. mars 2003. Tá var skrivstovan niðri á loftinum á Havnar Timburhandli,” minnist hann.
Har varð tosað um verkætlanir og tilboðsrokning við táverandi stjóran, Jón Sigurdsson, og soleiðis varð grundarlagið lagt undir eina langa starvsleið í felagnum.
Síðani er nógv hent. Jákup staðfestir, at arbeiðið var einfaldari fyrr. Í dag fyllir umsitingin nógv meira.
“Tað er munandi meira pappír, og onkuntíð kennist tað, sum at meira verður skrivað enn bygt,” sigur hann.
Hann heldur eisini, at møguleikin at kopiera loysnir stundum kann gera, at arbeitt verður minni kritiskt.
“Tað er kanska vorðið í meira lagi av tí,” sigur Jákup.
Ígjøgnum árini hevur Jákup verið partur av fleiri stórum verkætlanum kring landið. Arbeiðini hava fevnt um alt frá ferjulegum og vegagerð til vinnuútstykkingar og havnaarbeiði. Men tað eru serliga verkætlanirnar uttanlands, sum standa klárast í minninum.
Um arbeiðið í Noregi í 2013 og 2014 sigur Jákup:
“Vit høvdu bjóðað upp á ymisk arbeiði har yviri í eini trý-fýra ár, men tilboðini hjá okkum vóru hægri enn hjá kappingarneytunum. Í 2013 høvdu vit so lægsta boð upp á eitt arbeiði í Numedalen, norðan fyri Kongsberg.”
Tað var ein krevjandi byrjan.
“Vit skuldu byrja frá ongum og inn á ein fremmandan marknað,” sigur hann. “Tað tók tíð at vinna álit, men so líðandi eydnaðist tað, og viðurskiftini fóru at virka væl.”
Eisini tíðina í Hetlandi minnist hann væl aftur á.
“Dýpingararbeiðið í Hetlandi í 2011 og 2012 var ein sera áhugaverd uppgáva, og samanumtikið hevur tíðin uttanlands verið lærurík, bæði fakliga og persónliga,” sigur Jákup.
Starvsleikluturin hjá honum hevur broytt seg við tíðini. Í fyrstani arbeiddi hann bæði við verkætlanarleiðslu og tilboðsrokning, men seinastu árini hevur hann serliga arbeitt við at rokna tilboð og finna loysnir.
Ofta hevur arbeiðið verið merkt av tíðartrýsti, og til tíðir hevur tað verið strævið. Men tað hevur eisini verið gevandi. Serliga nevnir Jákup samstarvið við nógvar ymiskar partar sum nakað av tí virðismesta, hann tekur við sær.
Nú byrjar eitt nýtt lívsskeið
Tøkniliga menningin hevur verið stór, og Jákup hevur roynt at fylgja við. Seinastu tíðina er tó so nógv nýtt komið afturat, at áhugin ikki longur hevur verið tann sami.
“Tá eg sá endan á gøtuni, var áhugin minni at brúka orku upp á at seta meg inn í alt tað nýggja,” sigur hann.
Spurdur, hvat hevur hildið honum í gongd øll hesi árini, svarar hann við einum smíli og einum sitati:
“Hetta er ikki eitt arbeiði, men ein sjúka. Tað er so spennandi alla tíðina, og spenningurin fer ikki burtur í byggivinnuni.”
Arbeiðið hevur tó eisini kravt nógv. Til tíðir hevur tað verið stressandi, serliga tá stórar verkætlanir hava verið undir trýsti.
“Jú jú, onkuntíð hevur staðið á,” sigur Jákup, “men tá hevur baklandið í felagnum altíð traðkað til.”
Samstarvið við starvsfelagarnar hevur verið ein stórur partur av arbeiðsgleðini.
“Tað hevur verið øgiliga gott,” sigur Jákup. “Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu væl tey ungu duga, og alt tað, sum tey kunnu gera, serliga á KT-økinum.”
Tá Jákup nú leggur arbeiðslívið aftur um seg, eru kenslurnar blandaðar.
“Tað verður eitt tómrúm,” sigur hann erliga. “Tað verður undarligt at skula ráða yvir egnum degi, so tann fyrsta tíðin verður ein stór broyting.”
Tað, hann fer at sakna mest, eru ikki bara uppgávurnar, men eisini menniskjuni og intensiteturin í byggivinnuni.
“So heilt avgjørt fari eg tað,” sigur hann. “At rokna tilboð og lata inn, og at vera mitt í rokanum. Tað kann ikki lýsast við orðum, tað má upplivast.”
Við eftirtanka ásannar hann, at arbeiðið til tíðir fylti ov nógv, og at hann stundum hevði tað við sær heim í huganum.
“Tað er ikki so einfalt sum at sløkkja eina kontakt,” sigur hann.
Til nýggjar verkfrøðingar hevur hann hesi greiðu ráð: Setið tykkum væl inn í uppgávurnar og verið væl fyri, tí byggivinnan krevur bæði orku og nærlagni.
Nú gleðir hann seg mest til tað einfalda. Til fríheitina at gera tað, hann hevur hug til.
Tá hann hyggur aftur á sítt arbeiðslív, lýsir hann tað við fáum, men sterkum orðum:
“Spennandi, krevjandi og mennandi.”
Og tá spurt verður, hvat tað merkir at lata eitt arbeiðslív aftur, er svarið opið og erligt:
“Eg dugi ikki at svara upp á tað enn. Eg veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða.”
Síðsta fríggjadag var samkoma á høvuðsskrivstovuni fyri Jákup, har Torleif Waagstein, rakstrarstjóri, bar honum eina heilsan frá felagnum og takkaði millum annað fyri samstarvið og stóra íkastið. Jákup segði eisini nøkur orð um tíðina í starvinum. Eftir samkomuna var felagsmynd tikin av honum og tænastudeildini og fyrisitingini, har hann hevur starvast seinastu árini.
Frá ArtiCon takka leiðsla og starvsfólk Jákupi fyri tíðina og alt tað, hann leggur eftir seg. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, og vit ynskja Jákupi alt tað besta í komandi tíðum.
Tað skrivar heimasíðan hjá articon.fo, har fleiri myndir eru.

